Mentan

Tvey norsk manskór á vitjan

Heilt av tilvild vitja tvey norsk manskór oyggjarnar í somu viku

Det norske Mandskor

Det norske Mandskor

2024-09-05 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin 18. septembur kemur Kvæfjord manskor, og dagin eftir kemur heimskenda Oslo kórið den Norske Studentersangforening (DNS) til landið.

Kvæfjord syngur í Havnar kirkju hóskvøldið 19. septembur kl. 19.30, og í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin 21. Septembur kl. 15.

DNS syngur í Varpinum í Klaksvík fríggjakvøldið 20. septembur kl. 18, og í Hátúni í Tórshavn tann 21. Septembur kl. 19.

Tórshavnar manskór luttekur á konsertini í Hátúni og Klaksvíkar manskór luttekur á konsertunum í Klaksvík, bæði hjá DNS og Kvæfjord. 

Kvæfjord konsertirnar eru ókeypis meðan atgongumerki til DNS konsertirnar fáast á www.atgongumerki.fo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder