Innanlands

Handils- og býarlívið í Klaksvík skal kortleggjast

Hetta er ætlað sum eitt grundarlag fyri framtíðar langtíðarætlan og menning av Klaksvík. Tilmæli skulu gerast, og Klaksvíkar kommuna vil styðja uppundir einum góðum handils- og býarlív fyri øll.

Fyri at kortleggja handils- og býarlívið í Klaksvík hevur COWI vitjað handlar í dag og fer eisini at gera tað í morgin, fríggjdagin 6. september (Mynd: klaksvik.fo)

Fyri at kortleggja handils- og býarlívið í Klaksvík hevur COWI vitjað handlar í dag og fer eisini at gera tað í morgin, fríggjdagin 6. september (Mynd: klaksvik.fo)

2024-09-05 16:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein partur av arbeiðnum hjá bústaðabólkinum í Klaksvíkar kommunu er greinan og endurskoðan av býarplaninum fyri Klaksvíkar kommunu. Samstundis veitir hetta arbeiðið týðandi vitan til arbeiðið við kommunuætlanini 2040.

Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Umrøddi bústaðabólkurin hevur til endamáls at skapa fleiri bústaðamøguleikar. Í næstum

Í verður farið undir eitt greiningararbeiði av handilslívinum í Klaksvíkar kommunu. Tað er ráðgevarafyritøkan COWI, ið kemur at standa fyri greiningini.

- Handlar eru avgerandi fyri lívi í miðbýnum; tað er tí týdningarmikið, at vit skapa bestu karmar fyri handli og býarlívi í Klaksvíkar kommunu. Tí verður skipað fyri einari greining av handils- og býarlívinum í kommununi, skrivar klaksvik.fo.

Handilsgreiningin er ætlað sum eitt haldgott grundarlag fyri framtíðar langtíðarætlan og menning av Klaksvík. Greiningin skal koma við tilmæli um, hvussu Klaksvíkar kommuna best styðjar uppundir eitt gott handils- og býarlív fyri øll.

Fyri at kortleggja handils- og býarlívið í Klaksvík hevur COWI vitjað handlar í dag og fer eisini at gera tað í morgin, fríggjdagin 6. september.

- Klaksvíkar kommuna vónar, at handlar, ið fáa vitjan, taka lut í kanningini, so kommunan fær eitt gott grundarlag fyri komandi býarskipan og eina nágreiniliga mynd av handils- og býarlívinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder