Innanlands

Selvík beindur burtur

Sluppungin, sum hevur staðið á Dungasandi í nógv á, er beindur burtur. Tað varð ikki mett ráðiligt at umvæla hann

(Mynd: Sørvágs kommuna)

(Mynd: Sørvágs kommuna)

2024-09-06 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alt hevur sína tíð, og sluppungin Selvík, sum í mong ár hevur staðið niðri á Dungasandi, var nú í so ringum standi, at hann mátti beinast burtur. Hann var blivin til ampa fyri trygdina á økinum, har børn ofta spæla.

Tað skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.

Á bygdaráðsfundinum í farnu viku varð endaliga støðan tikin, og avgerðin bleiv, at hann skuldi beinast burtur.

Kommunan sigur, at tað hevði kostað upp ímóti eini millión at umvælt hann, tí næstan alt mátti gerast av nýggjum og tað var ikki mett ráðiligt.

Ein bátur sum stendur úti, krevur nógv viðlíkahald, og hetta er kostnaðarmikið.

- Tað er við sorgblídni at hann varð beindur burtur, tí hann er ein partur av søguni hjá okkara gomlu útróðrarbygd, skrivar Sørvágs kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder