Innanlands

Vindrøkt ætlar at tvífalda vindorkuna í Føroyum

Í dag var umsókn latin um at seta seks stórar vindmyllur upp við Gellingarklett

Umsóknin verður handað. Frá vinstru Kári Mortensen og Ari Johannesson frá Orku (Umhvørvisstovuni), Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt og Sigert Patursson, festari á Hoyvíksgarði

Umsóknin verður handað. Frá vinstru Kári Mortensen og Ari Johannesson frá Orku (Umhvørvisstovuni), Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt og Sigert Patursson, festari á Hoyvíksgarði

2019-03-18 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Longu í august í ár kann Vindrøkt fara undir at seta upp seks vindmyllur í Hoyvíkshaganum, um myndugleikarnir bera skjótt at í viðgerðini av umsókn felagsins. Talan er um eina tvífaldan av vindorkuframleiðsluni í Føroyum.

Vindrøkt hevur í dag latið inn umsókn til Umhvørvisstovuna um loyvi til at framleiða ravmagn úr vindorku frá seks vindmyllum á 3 MW, ið skulu setast upp á økinum við Gellingarklett á Hoyvíksgarði. Orsøkin til, at umsóknin um loyvi verður latin inn júst nú er, at Fiskimálaráðið í farnu viku gav festaranum viðhald í kæruni um, at Búnaðarstovan í fjør tók avgerð um at afturkalla tilsøgnina til festaran um lendið á Gellingarkletti, soleiðis at tilsøgnin stendur við.

- Orkumyndugleikin hevur í almennum viðmerkingum sagt seg hava góðar vónir um, at vit nú eftir umsókn kunnu koma á mál við eini avtalu um vindorkuframleiðslu í Hoyvíkshaganum. Tað fegnast vit um, tí tað eru vit eisini fullvísir í fer at eydnast, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt.

- Tá vit hava bygt hesa vindmyllulundina, hava vit tvífaldað vindorkuframleiðslumegina í Føroyum. Soleiðis vil 30 prosent av ravmagnsframleiðsluni í Føroyum stava frá vindorku eftir hetta. Í dag er tað einans 15 prosent.

Drúgvar forkanningar kunnu nú bera ávøkst
Tað var annars longu í 2005, at Sigert Patursson, festari á Hoyvíksgarði, søkti um og fekk tilsøgn um leigusáttmála til lendið frá Búnaðarstovuni til at byggja vindmyllur á økinum. Vindrøkt hevur gjørt ein nýtslusáttmála við bóndan um økið, har vindmyllurnar ætlandi verða settar upp. Í samráð við bóndan hevur Vindrøkt gjørt drúgvar og kostnaðarmiklar kanningar av økinum fyri neyvt at staðfesta, hvar tað er mest skynsamt at seta vindmyllur upp.

Eisini eru umfatandi kanningar gjørdar av, hvat slag av vindmyllum eru best egnaðar í hesum førinum.

At Vindrøkt longu í heyst kann fara undir at framleiða ravmagn frá nýggju vindmyllulundini skyldast einum sterkum partalagi og góðum fyrireikingum.

Vindrøkt hevur drúgvar royndir innan vindorkuframleiðslu, og vóru teir fyrstu sum veittu vinnuliga vindorku til føroyska samfelagið. Tær tríggjar vindmyllurnar hjá Vindrøkt á Mýrunum í Vestmanna vórðu settar upp í 2003, og hava síðani tá framleitt áleið 100 GWT. Hesar vindmyllurnar hava so at siga ikki verið óvirknar síðani.

Í fjørsummar styrkti Vindrøkt seg við orkufelagnum Effo sum partaeigara, og setti Effo nýggjan partapening í felagið. Pf. Effo hevur veitt orku til føroyska samfelagið í meira enn 100 ár. Sostatt hevur Vindrøkt bæði vitanina og fíggjarligu styrkina til at lyfta uppgávuna við at byggja eina nýggja vindmyllulund í Hoyvíkshaganum longu í ár.

- Effo fegnast um, at góða partalagið við Vindrøkt hevur ført við sær, at vit í dag hava latið inn umsókn um at tvífalda vindorkuframleiðsluna í Føroyum. Hetta er eitt stórt stig á grønu leiðini, ið Effo sum orkufelag framhaldandi ynskir at menna, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.

Tíðindaskriv frá Effo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder