Innanlands

Koks fær bert loyvi fram til september

Fleiri broytingar skulu gerast, um loyvi skal leingjast eftir 1. september

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-18 20:30 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Føroyska Michelin matstovan, Koks, hevur fingið svar uppá umbønina hjá sær til yvirfriðingarnevndina um at fáa longt loyvið at hava matstovu fram við gjónna á Leynum. Tað segði Johannes Jensen við KVF í útvarpstíðindunum. 

Men loyvi er bert longt fram til 1. september. Um loyvið skal leingjast eftir tað, skal Koks gera fleiri tillaðingar. 

Johannes Jensen segði eisini, at matstovan longu hevur fleiri bíleggingar eftir 1. september í ár. Tí er tað sera óheppi fyri matstovuna, um tey ikki fáa loyvið longt eftir 1. septembur. 

Koks hevur eisini slept ætlanunum um at gera nýggja matstovu við Hotel Føroyar. Stjórin á Gist&Vist segði, at tann ætlanin varð slept, tí tey høvdu eitt ynski um at vera tættari við náttúruna. 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder