Innanlands

- Vánaligt samskifti við Heilsu- og innlendismálaráðið kenna vit alt ov væl

Kommunulæknafelagið heldur, at tað er neyðugt at fáa betri heilsufakligan førleika í Heilsu- og innlendismálaráðið

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-03-18 22:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Útsøgnirnar frá fyrrverandi læknastjóra og fyrrverandi sjúkrahússtjóra viðvíkjandi ikki nøktandi samskifti við Heilsu- og innlendismálaráðið kenna vit alt ov væl, sigur Kommunulæknafelagið í skrivi, sum er sent miðlunum í kvøld.

Felagið ynskir ikki at leggja seg út í aktuellu støðuna um fyrrverandi sjúkrahússtjóranum, sum segði seg úr starvi fyri viku síðani, men sambært kommunulæknunum hava teir ta fatan, at óhepnar støður koma av, at heilsufakligur førleiki manglar í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

- Sum fakbólkur hava vit seinastu árini upplivað ferð eftir ferð, at vit ikki verða hoyrd í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Vit hoyra óbeinleiðis um ætlanir um stórar broytingar í okkara arbeiðsviðurskiftum, men vit verða ikki tikin við uppá ráð og hava onga ávirkan, sigur Kommunulæknafelagið.

- Í nøkrum førum er Kommunulæknafelagið biðið um at koma við hoyringssvari. Men vit uppliva, at samsvara svar felagsins ikki við ætlanirnar hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum, verða sjónarmiðini hjá okkara fakbólki ikki tikin við. Og ætlanirnar hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum verða koyrdar ígjøgnum hóast tað er okkara fatan, at tað ikki er til gagns fyri borgaran.

- Ímeðan vit eru í sáttmálasamráðingum arbeiðir Heilsu- og innlendismálaráðið við stórum verkætlanum um kolveltandi broytingar innan kommunulæknaøkið, uttan at kommunulæknarnir hava nakað at siga. Tað er hugstoytt at síggja, at arbeitt verður víðari við ætlanum, sum vit ráða frá, og uttan okkara íkast, skrivar felagið.

Sambært kommunulæknunum, hava avgerðir og ætlanir, ið Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tikið, í fleiri førum gjørt eina torføra støðu í kommunulæknaøkinum verri, har teir høvdu væntað, at ráðið í staðin var við til at loysa og bøta um trupulleikarnar.

Tí heldur Kommunulæknafelagið, at tað verður neyðugt at fáa betri heilsufakligan førleika í Heilsu- og Innlendismálaráðið, um bøtast skal um samskiftið millum avvarandi partar í føroyska heilsuverkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder