Innanlands

Fara undir at byggja 120 íbúðir á Fløtum

Í gjár var fyrsta flagið loyst til stóra verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbýnum í Havn

(Mynd: torshavn.fo)

(Mynd: torshavn.fo)

2019-03-19 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár setti Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hakan í til eina av teimum størstu íbúðarverkætlanunum í Føroya søgu. 

Talan er um út við 120 íbúðir, sum liggja á Fløtum, beint við Glasir og nýggja kommunuskúlan og musikkskúlan, sum standa undir bygging. Fyrstu íbúðirnar verða klárar á heysti komandi ár. 

Jóan Petur Vang, byggimeistari, stendur fyri verkætlanini, sum Kontrast arkitektar hava sniðgivið.

- Høvuðsstaðurin veksur skjótt, og henda verkætlanin kemur væl við hjá nógvum, sum hava í hyggju at keypa sær eina íbúð. Hesar íbúðirnar eru við til at fjøltátta møguleikarnar hjá føroyingum at seta búgv, og henda stóra verkætlan munar veruliga, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon setti hakan í svørðin á Fløtum. 

Íbúðirnar verða í nógvum ymiskum støddum. Størstu íbúðirnar er 95 fermetrar, íbúðir verða eisini 80 fermetrar og 64 fermetrar, og tær smæstu íbúðirnar eru 32 fermetrar.

Ætlanin er at fara undir stoypiarbeiðið í mai mánaði. Allar íbúðirnar verða stoyptar upp og lonirnar verða síðani klæddar við skifer, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni har eisini fleiri myndir eru at síggja. 

Les eisini: 81 íbúðir skulu byggjast við Landavegin í Havn 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder