Uttanlands

Danmark fær týðandi ES-nevndarpost

Dan Jørgensen fær ábyrgdina av orku og íbúðamálum

Ursula von der Leyen á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen á tíðindafundi í dag (Mynd: EPA)

2024-09-17 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danin Dan Jørgensen verður væntandi nýggjur ES-kommiserur við orku og íbúðarmálum. Tað upplýsti Ursula von der Leyen, ES-nevndarforkvinna á tíðindafundi í dag.

- Dan Jørgensen verður kommiserur fyri orku og íbúðaviðurskifti. Arbeiði hansara skal hjálpa við til at lækka orkuprísirnar. Gera íløgur í reina orku og tryggja, at vit sleppa úr okkara orkubundinskapi, segði Ursula von der Leyen.

[object Object]Dan Jørgensen (Savnsmynd)

Harvið er greitt, at Danmark fær ábyrgdina av einum øki, sum hevur týdning fyri grøna skiftið, og eisini fingið nógv størri týdning eftir kríggið í Ukraina, skrivar Ritzau. Hetta er fyrstu ferð, at íbúðamál er ábyrgdarøki hjá ES-nevndarlimi.

Hækkandi orkuprísirnir og bundinskapurin av gassi úr Russlandi hevur gjørt, at ES-londini nú hava sett sær fyri at gerast meira grøn og leys av orku uttanífrá.

Eisini hækkandi íbúðaprísir og vánalig bjálving av húsum eru við til at økja um livikostnaðin hjá nógvum ES-borgarum. Tí fær danska ábyrgdarøki týdning fyri gerandisdagin hjá nógvum evropearum.

Men hetta kann eisini gerast ein útsettur postur, um tað ikki eydnast Dan Jørgensen og ES-nevndini at fáa broytingar í lag.

Í løtuni er tað Kadri Simson úr Estlandi, sum hevur ábyrgdina av orkuøkinum í ES.

Meðan hon hevur sitið við ábyrgdini náddu ES-londini fyrr í ár einum máli, tá 50 prosent av elframleiðsluni í ES nú koma frá varðandi orku, eitt nú sól og vindi.

Harumframt eydnaðist tað ES-londunum at minka um bundinskapin til russiskt gass. Russiski parturin av gassveitingini í ES fall úr 45 prosentum av samlaða innflutninginum til ES niður í 15 prosent í 2023, skrivar Ritzau.

Harvið eru ES-londini nú langt inni í skiftinum, sum Dan Jørgensen nú skal føra víðari.

Í ár bjóðar Estland fyrrverandi forsætisráðkvinnuna, Kaja Kallas fram sum teirra uppskot til ES-nevndarlim.

Hon er í uppskoti til at gerast ovasti fyri uttanríkispolitikkinum hjá ES, einum av mest týðandi sessunum eftir von der Leyen.

Dan Jørgensen skal til hoyringar í ES-tinginum áðrenn hann er vísur í at fáa embætið. Enn er óvist hvør nevnd skal taka sær av hoyringini.

Vanligt er at nevndirnar venda tummilin niður til onkran av valevnunum, og um tað hendir, má viðkomandi land koma við einum nýggjum uppskoti.

Ikki fyrr enn hetta er liðugt, kemur ES-nevndin við einum samlaðum uppskoti til kommiserar, sum skal til atkvøðugreiðslu í ES-tinginum.

Eftir valið í 2019 vrakaði ES-tingið tilsamans trý valevni, sum vórðu skift út.

Tað kann vera ein fyrimunur hjá Dan Jørgensen, at hann fyrr hevur verið limur í ES-tinginum.

Væntað verður, at nýggja ES-nevndin kann fara til arbeiðis antin 1. november ella 1. desember, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder