Innanlands

Minnisbonkur settur upp í Grasagarði

Sermekti bonkurin í høvuðsstaðnum skal varpa ljós á demenssjúkur

Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík (Mynd: torshavn.fo)

Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík (Mynd: torshavn.fo)

2024-09-18 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Grasagarði er nýggjur, sermerktur bonkur settur upp. Endamálið við bonkinum er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk.

Á bonkinum stendur:

- Visti tú, at alsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar«.

Tað eru Alzheimarfelagið, í í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík, sum hevur framleitt bonkin.  

- Við at seta bonkin í Grasagarði ynskir Tórshavnar kommuna at viðvirka til at seta sjóneykuna á demens. Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk generelt. Hugsanin við bonkinum er, at hann stendur sjónliga fyri almenninginum og samstundis bjóðar inn til at ein setur seg niður, kanska fær sær eitt prát ella bara nýtir løtuna.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Tað er ikki tilvildarligt, at bonkurin stendur har.

- Tankarnir aftanfyri staðsetingina í Grasagarði er, at bjarti liturin lívgar upp á staðnum og vekjur ans. Her er gott at sita og samstundis eygleiða lívið í Grasagarði. Lillaði liturin og runda sniðið hava ein leikandi dám yvir sær og hóska saman við boðskapinum á minnisbonkinum væl inn í Grasagarði, har nógv børn og vaksin koma saman hvønn dag – óansæð veður. Eisini er bonkurin beint við Tilhaldið, har nógv eldri fólk koma dagliga.  

Leygardagin 21. september er Altjóða Alzheimerdagur, og í hesum sambandi skipar Heilsu- og umsorganartænastan saman við øðrum fyri almenna tiltakinum »Saman um demens«. Hetta  verður í Reinsarínum í Tórsgøtu frá klokkan 11 til klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder