Innanlands

Nýggj ukrainsk myndabók - Øll søluinntøka fer til Reyða Kross

Talan er um stuðulsútgávu burturav, og fer allur peningurin til arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum. - Vit eru ómetaliga fegin um og rørd av átakinum

"Kríggið, sum broytti Rondo" sigur eitt sindur um pínuna, sum menniskju kunnu uppliva í kríggi og eftir eitt kríggj

2024-09-18 10:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út sermerkta ukrainska myndabók um kríggj. Øll søluinntøkan fer til Reyða Kross Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.

"Kríggið, sum broytti Rondo" sigur eitt sindur um pínuna, sum menniskju kunnu uppliva í kríggi og eftir eitt kríggj. Men kanska týdningarmest av øllum so miðlar bókin eina vón um tann friðin, sum fer at koma eftir eitt kríggj. Bókin hevur fingið stóra altjóða viðurkenning og verður roknað sum ein modernaður barnabókaklassikari. Hon er týdd til 23 mál.

Talan er um eina stuðulsútgávu burturav, har alt arbeiðið við bókini hevur verið ólønt. Týðarin hevur týtt bókina ókeypis, Bókadeildin ritstjórnaði bókina ókeypis, Føroyaprent gjørdi grafisku uppsetingina ókeypis, eins Bókamiðsølan og bókahandlar selja bókina uttan vinning. Føroya Banki, Hiddenfjord og súkkluhandilin í Klaksvík hava stuðlað prentútreiðslunum av bókini.

Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi, sigur soleiðis um verkætlanini,

- Vit eru ómetaliga fegin um og rørd av átakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at geva út "Kríggið, sum broytti Rondo" og lata allar inntøkur til Reyða Kross. Hvør einasta søla deilir ikki bert eina sterka søgu um dirvi, men stuðlar eisini arbeiðinum hjá Reyða Krossi við flóttafólki í Føroyum. Hjartans tøkk til øll, ið stuðla við at keypa eitt eintak av hesi vøkru bók.

[object Object]

Um bókina
Vinirnir Danko, Zirka og Fabian búgva í tí lítla, friðarliga býnum Rondo. Alt er gott til lagnutunga dagin, tá Kríggið kemur. Tey royna at tosa við Kríggið og stríðast ímóti tí, men einki sær út til at kunna steðga Krígnum at oyðileggja alt rundan um seg. Men tá øll í býnum arbeiða saman, hómast ein vón.

Ætlanin við bókini er at fagna friði, mótstøðu og hjálp. Roman Romanyshyn og Andriy Lesiv úr Ukraina hava gjørt bókina sum eina reaktión upp á kríggið í heimlandinum í 2014.

Sanna A. Dahl týddi úr norskum. Bókin er innbundin, hevur 36 blaðsíður og er til børn frá umleið 5 ár.

Bókin kostar 100 krónur, og øll søluinntøkan av bókasøluni fer til Reyða Kross Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder