Innanlands

Borgarstjórin talar at: Landsverk má støðgast

Tað hóvar ikki Tórbirni Jacobsen, at borivognurin nú nærkast sjálvum fjallatindinum

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen á Facebook)

(Mynd: Tórbjørn Jacobsen á Facebook)

2019-03-19 11:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarstjórin í Runavík talar at, nú Landsverk er farið ’í holt við at taka heili fjøll niður’ í kommununi hjá honum.

Talan er um stóra grótbrotið hjá Landsverk í Hústoft oman fyri Lamba. Borivagnarnir eru nú farnir at síggjast uppi á fjallakampinum frá búsetingunum kring Skálafjørð, og fólk eru farin at ógvast og ’onkurhevjar uggarfjarðarnar’.

[object Object]
(Mynd: Tórbjørn Jacobsen á Facebook)

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri er farin í skjalagoymsluni hjá kommununi fyri at finna leiklutin hjá kommununi í sambandi við, at loyvini vórðu givin at taka grót á Hústoft í sjeytiárunum. Men hann finnur ongi skjøl hesum viðvíkjandi.

Hinvegin hevur hann funnið undirskriftir frá 90 prosentum av fólkunum, sum skrivaðu til landsverkfrøðingin, sorinskrivaran og løgmann og mótmæltu ætlanini.

Hetta skrivar Tórbjørn Jacobsen um í grein, hann hevur lagt á Facebook í morgun, har hann heitir á Heðin Mortensen – ’hin virkna samferðslumálaráðharran’, sum landsstýrismaðurin verður kallaður – um at støðga boringini/skjótingini beinanvegin, so ’at vit fáa umrátt okkum og tikið eina endaliga avgerð, um haldast skal fram ella ikki.’

- Um 10 ár fara fólk at spyrja: Hvussu kundi tað ganga so galið? Hvør ráddi fyri borgum, táið Hæddin varð plaffað niður til ífyllu kring um landið?, spyr Tórbjørn Jacobsen.

[object Object]
(Mynd: Google)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder