Mentan

Filmur úr Meksiko í Filmsfelagnum

Filmurin “Tótem” íður av lívi hóast deyðin setur karmin 

2024-09-19 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meksikanski filmurin “Tótem”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, hevur fingið sjáldsama góð ummæli í altjóða pressu, og vunnið hópin av virðisløninum frá Berlin til Jerusalem, Beijing og heima í Meksiko býi, har leikstjórin, Lila Avilés, er fødd í 1982.

Í 2018 gjørdi hon filmin “La Camarista”, um eina kamarsgentu á einum luksushotelli har í býnum. 

Nýggi filmurin “Tótem” íður av lívi, hóast deyðin setur karmin. Sjey ára gamla Sol er í lívligu húsunum hjá abbanum í Meksiko býi. Uttan at hann veit av tí, leggja øll til rættis eina fagnaðarveitslu fyri pápanum, sum kemur heim, raktur av krabba. Sum dagurin líður, gerst tað greitt fyri Sol, at nú fer øll tilveran at broytast.

“Tótem” er ein innilig og grípandi søga um húskið hjá Sol – framúr leikstjórnað av Lilu Avilés, sum hevur fingið fleiri virðislønir fyri filmslistarliga avrikið, sum eisini var í kapping at fáa Oscarvirðislønina sum besti filmur, ið ikki var á enskum máli.

Ummælarin hjá New York Times gevur meksikanska filminum fult stigatal.

Filmurin verður vístur í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder