Innanlands

Lættari atgongd til bústaðarmarknaðin

Sambandsflokkurin hevur útarbeitt eina ætlan fyri at lætta um hjá føroyingum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Uppskotið skal fíggjast við at leggja ein serskatt á peningastovnarnar og tryggingarfeløgini 

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-23 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt uppskot, sum skal gera tað lættari hjá føroyingum at sleppa á bústaðarmarknaðin. Ætlanin varð løgd fram á tíðindafundi á Svangaskarði á Toftum fyrrapartin.

Kanningar vísa, at 94 prosent av føroyingum vilja búgva í egnum bústaði, og at tørvur er á fleiri enn túsund bústaðareindum. Alsamt hækkandi sethúsaprísir og krøv frá peningastovnum gera, at tað gerst truplari og truplari hjá serliga barnafamiljum og familjum við lág- og miðalinntøkum at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Við uppskotinum vil Sambandsflokkurin gera tað lættari hjá fyrstuferð keyparum.

Uppskotið hevur m.a. við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, ið skal inn á bústaðarmarknaðin fyrstu ferð, kann fáa góðar 800.000 krónur yvir eitt 10-ára tíðarskeið, ímeðan tey skulu etablera seg og hava brúk fyri pengunum.

Ein bústaðargrunnur skal sambært uppskotinum setast á stovn, har fólk kunnu lána upp til 5 prosent av eginfíggingini, í mesta lagi 200.000 krónur. Stovnfæið skal fíggjast við einum gjaldi álagt peningastovnunum, sum skal gjaldast í grunnin yvir eitt 10-ára tíðarskeið.

Pensjóngjaldið verður umskipað soleiðis, at tað verður møguligt at fáa helmingin av pensjónsgjaldinum útgoldið sum løn í 10 ár.

Harumframt skal barnafrádrátturin hækkast við 1.000 krónum um mánaðin fyri hvørt barn upp til 7 ár, og útgjaldið úr Barsilsskipanini skal hækka úr í mesta lagi 30.000 krónum til at vera í mesta lagi 40.000 krónur um mánaðin.

Fyri at fíggja uppskotið mælir Sambandsflokkurin til, at leggja ein serskatt á 7 prosent á føroysku peningastovnarnar og tryggingarfeløgini.

Fólk, sum fáa eyka løn í eitt tíðarskeið, fíggja hetta sjálvi, tí hetta er teirra egna pensjónsinngjald, sum verður flutt til løn í eitt tíðarskeið upp til 10 ár. Skatturin av hesum partinum av lønini verður 40 prosent, og fer allur til kommunurnar, so tær onki missa. 

Ein inntøkugrundaður býlisstuðul verður skipaður til tey, sum leiga. Býlisstuðulin verður fíggjaður við at umskipa rentustuðulin.

Umsitingin av átøkunum verður latin til verandi stovnar. Bústaðargrunnurin skal umsitast av Bústøðum, pensjóns-/lønarútgjaldið umsitast av Taks, og býlisstuðulin av Almannaverkinum.

Bústaðargrunnurin skal vera partur av landsroknskapinum, men verður ikki á fíggjarlógini.

Fyri at seta hetta í verk krevjast nakrar lógarbroytingar, ið kunnu fremjast skjótt. Tær eru:

  • broytingar í ásetingarlógini um hægri barnafrádrátt
  • broytingar í skattalógini um serskatting av peningastovnum og tryggingarfeløgum
  • broytingar í lógini um barsilsskipan um møguliga javning av inngjaldinum
  • broytingar í eftirlønarlógini og rentutryggingarlógini um pensjónsinngjald flutt sum løn

Endamálið við hesum átøkum er, at barnafamiljur og familjur við lág- og miðalinntøkum fáa møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

Við uppskotinum verður minkað um sosiala ójavnan millum fólk, og ger tað lættari hjá føroyingum at velja at búseta seg í øllum Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder