Innanlands

Standmyndin fagnar Andreu Árting og føroyskum kvinnum

Edward Fuglø hevur gjørt serstøku standmyndina í Steinatúni, sum hevur ymiskt myndamál í sær

- Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

- Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2024-09-24 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Andrea Árting var í áratíggju forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, og slóðaði millum annað fyri, at menn og kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði.

Tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað í Steinatúni sunnudagin, helt Edward Fuglø, sum hevur gjørt standmyndina, eisini røðu.

Í røðuni greiddi listamaðurin frá um standmyndina og symbolini í henni - millum annað greiddi frá um tær sjey greinarnar í trænum.

[object Object][object Object]Til avdúkingina. Edward Fuglø sæst millum Heðin Motensen, borgarstjóra og Kára Árting, ommuson Andreu Árting. Gunnvør Balle, stigtakari, sæst uttast til vinstru (Myndir: Ólavur Frederiksen)

Sí eisini: Fleiri myndir úr Steinatúni

Eisini segði listamaðurin, at standmyndin fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men at standmyndin eisini fagnar føroyskum konum, sum heild.

Her her er brot úr røðuni, ið Edward Fuglø, listamaður, helt:

Standmyndin er formað sum eitt træ, - eitt bronsutræ.

Íblásturin, ella konseptið, stavar frá øllum teimum gomlu og vøkru trøunum, sum eyðkenna miðbýin í Havn.

Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag.

Eg ætlaði at tað skuldi vera eini fýra -fimm metrar høgt.  Men so spurdi onkur meg, er tað veruliga neyðugt at gera træið so høgt? "Eg meini, Andrea var so lítil og nett." - Til tað kundi eg bara svara, at Andrea Árting var og er ein kempa, og tá m.a. Nólsoyar Páll, sjómaðurin uppi í plantasjuni og aðrir garpar, hava fingið stórar og flottar standmyndir, sum eru fleiri metrar høgar,  tá er tað ongin sum viðmerkir tað, ella sigur nakað serligt, - so hví skal ikki eisini Andrea fáa eina høga standmynd ?   - bara tí at hon var ein lágvaksin kvinna ? -  HEILT ERLIGT ! !

So lidna bronsutræið bleiv, ígjøgnum prosessina, ístaðin næstan seks metrar høgt.

Til ber at lesa meira - eisini um tær sjey greinarnar - á torshavn.fo

[object Object]
Mynd: Ólavur Frederiksen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder