Innanlands

Christmas Child eskjurnar fara til Ukraina í ár

- Hóast børnini ongan leiklut hava í krígnum, so eru tey hóast tað hart rakt.

Mynd: christmaschild.fo

Mynd: christmaschild.fo

2024-09-25 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú fara vit aftur at gera skógvaeskjur klárar til børn, ið helst onga aðra jólagávu fáa enn skógvaeskjuna, ið vit senda.

Hetta skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðu sínari. Tað at føroyingar - og onnur - lata skógvaeskjur sum jólagávur til børn, ið eru í trongari støðu, er ein góður siður.

Tað er ymiskt ár til ár, hvar skógvareskjurnar fara. Nú er greitt, at í 2024 fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina.

- Vit vita, at støðan ikki er góð har, tí landið er rakt av kríggi, og hóast børnini ongan leiklut hava í krígnum, so eru tey hóast tað hart rakt. Vónandi kunnu eskjurnar vera við til at gleða børnini.

Tá skógvaeskjurnar vera býttar út, verða børnini eisini boðin til eina kirkju ella samkomu, har tey fáa hana. 

Eskjurnar skulu latast inn 27. okt. Á heimasíðuni hjá Christmas Child Føroyar ber til at síggja, hvar eskjurnar kunnu latast inn .Umframt at pakka og senda eskjur úr Føroyum ber eisini til at keypa lidnar eskjur á netinum. 

- Vónandi fara føroyingar aftur í ár at taka væl undir við at senda skógvaeskjur av landinum, ið kunnu vera til gleði og signing fyri tey, ið fáa, skrivar Christmas CHild Føroyar at enda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder