Pilou Asbæk skuldsettur fyri at eta livandi hummara í Føroyum

Umboð hjá Sea Shepherd hevur skuldsett danska sjónleikaran og kendan danskan matummælara fyri brot á sjóraverndarlógina

Pilou Asbæk her í miðjuni saman við føroysku sjónleikarunum, Sofíu Nolsøe og Egor Venned og leikstjóranum Kasper Kall

Pilou Asbæk her í miðjuni saman við føroysku sjónleikarunum, Sofíu Nolsøe og Egor Venned og leikstjóranum Kasper Kall

2024-09-25 18:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir danir, sum herfyri fingu sær eitt øðrvísi matupplivilsi í Føroyum, eru nú meldaðir til løgregluna, eftir øllum at døma fyri brot á djóraverndarlógina.

Talan er um sjónleikaran Pilou Asbæk, sum spælir høvuðsleiklutin í danska filminum “No rest for the Wicked”, sum verður upptikin í Føroyum, og so journalisturin Søren Frank, sum skrivar um mat fyri Berlingske Tidende.

Grundarlagið fyri skuldsetingini er ein reportaga (krevur hald, -red.) hjá Søren Frank, sum fyrr í summar varð boðin til Føroyar av Visit Faroe Islands at royna hvat matstovurnar her á landi hava at bjóða.

Í rúgvusmiklu reportaguni, sum varð prenta í sunnudagsberlingaranum 15. september, lýsir Søren Frank millum annað matupplivingina, sum hann saman við Pilou Asbæk, upplivdu heima hjá hummaraútflytaranum Marna Simonsen á Argjum.

Tað er lýsingin hjá Søren Frank, sum hevur fingið Valentina Crast til at melda teir báðar menninar. Valentina Crast arbeiðir fyri Sea Shepherd og hevur eisini verið uppstillað á valinum til ES-tingið fyri flokkin Alternativet.

[object Object]
Søren Frank, roynir ein snjókrabba á matstovuni Roks (Mynd av Instagram)

Við blaðið BT sigur Valentina Crast, at tað, sum verður lýst í greinini hjá Søren Frank er greitt brot á djóraverndarlógina.

BT hevur eisini fingið váttað frá føroysku løgregluni, at fráboðanin er móttikin.

Søren Frank hevur ikki viðmerkingar til skuldsetingina og sigur seg heldur ikki hava hoyrt nakað frá føroyskum myndugleikum, eftir at grein hansara stóð í blaðnum.

BT skrivar, at eisini at sambært fráboðanini til løgregluna, skulu eisini Marni Simonsen og Visit Faroe Islands rokna við at fáa eina skuldseting.

Tað, sum fekk danska umboðið hjá Sea Shepherd at boða løgregluni frá broinum á djóraverndarlógina, var hetta brotið í greinini hjá Søren Frank:

“Fiskeimportørens specialitet er jomfruhummere, som skal spises så friske som muligt og helst levende. Ifølge fiskehandleren selv er han leverandør til selveste Vladimir Putin, som kun vil spise levende hummere, fordi det er den eneste måde, den russiske præsident kan være sikker på, at de ikke er forgiftede. Marni viser os, hvordan vi skal holde jomfruhummerens hale nede i kogende vand, mens vi tæller til 12. Herefter spiser man halen, mens man holder om kløerne, så de ikke bider en i næsen. Det smager himmelsk rent, ikke mindst med et par dråber citron og lidt salt.” 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder