Innanlands

Klárt at bjóða nýggjar SSL-ferjur út

Strandferðslan hevur lagt fram tekningarnar til komandi ferjurnar

(Mynd: Johan Dahl á Facebook)

(Mynd: Johan Dahl á Facebook)

2024-09-26 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Stendur tað upp til Strandfaraskip Landsins, so er ynskið, at fimm nýggjar ferjur verða bygdar til at avloysa tær gomlu ferjurnar, sum í dag røkja tær smærru oyggjarnar.

Ásannandi at tað ikki fer at henda upp á eingang, so er ynskið at farið sum skjótast verður í gongd við at byggja ta fyrstu.

Tað sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni, sum eins og almenningurin er spentur upp á at síggja, hvat er lagt í løgujáttanina hjá Strandferðsluni, tá fíggjarlógin fyri 2025 verður almannakunngjørd mánadagin.

Vónin er, at játtanin er so mikið stór, at farast kann undir at bjóða tað fyrsta skipið út til áhugaðar skipasmiðjur í Føroyum og Norðurlondum.

Lagt fyri løgtingsfólkum í gjár

Í gjár var strandferðslustjórin í løgtinginum og legði fram nýggju tekningarnar til ætlaðu ferjurnar fyri tingfólkunum.

Tað var í fjør, at projekteringin til ferjurnar varð boðin út. Skipasmiðjan MEST vann útboðið, og í tøttum samstarvi við Strandferðsluna og fylgibólk av staðkendum fólki og skipamanning, hevur skipasmiðjan nú gjørt tekningar til tvær nýggjar ferjur – eina miðalstóra, ætlað til sigling til Nólsoyar og Kalsoynna, og eina minni ferju, ætlað til Svínoyar/Fugloyar og til Skúvoyar.

El-riknar við Voith-skipan

Talan er um ferjur, sum verða elriknar, tó við einum dieselmotori at taka til um neyðugt.

Framdriftin verður ikki við skrúvu, men við eini sokallaðari Voith-skipan, sum er ein víðarimenning av asimutt-skipani, men nógv rakstrartryggari og mannereringarbetri, sambært strandferðslustjóranum.

Miðalstøddin, ætlað til Kalsoyar- og Nólsoyarsiglingina, verður 43 metrar long og 12,4 metrar breið og tekur 20 persónbilar, ella tveir størri bilar og 14 persónbilar. Setur verður til 143 fólk. Motororkan verður 4 megaWatt.

Tann minna støddin, ætla til sigling í Svínoynna, Fugloynna, Skúvoynna og møguliga eisini í Hest, tekur tveir bilar og hevur eina motororku á 3 megaWatt. Skipið kann sigla við 122 ferðafólkum um summarið og 74 um veturin. Skipið hevur rampu afturi í reyv, so møguligt er at rulla bilarnar í land í Svínoy og Fugloy um líkindi eru til tess.

- Tað verður eitt stórt framstig, og eisini tað, at bilarnir kunnu standa inni undir flutningi, sigur strandferðslustjórin.

[object Object]
Strandferðslustjórin her saman við landsstýrismanninum við samferðslumálum (Mynd: ssl.fo)

Politiska skipanin má raðfesta

- Uppskotini vórðu væl móttikin av tingfólkunum, greiðir Niels Juel Arge frá.

- Nú fáa vit at síggja, hvat er politiskt gjørligt, tí tað nú verður upp til politisku skipanina at gera av at veita fígging og eisini at avgera í hvørjari raðfylgju skipini skulu byggjast.

- Stóð tað til okkara, so vildu vit helst farið undir at bygt øll beinanvegin, tí tørvur er á at skifta strandfaraskipini út, sigur strandferðslustjórin væl vitandi, at so verður ikki.

- Tað gongur ikki at sigla við so gomlu skipum, sum vit hava nú, eitt nú á Fugloyar og Kalsoyarleiðini. Umvælingarnar eru dýrar og nógvar, eykalutir eru truplir at fáa fatur á, og tað tynnist við fólkum, sum duga og hava kunnleika til at gera umvælingarnar. Og so lúka tey heldur ikki nútíðar standardir, sigur Niels Juel Arge.

Varðveita Teistan

Í fyrstu atløgu fegnast hann tó um, at tað sær út til, at Strandferðslan sleppur at varðveita Teistan, tí alt bendir á, at landsstýriskvinnan við fígjarmálum tekur inntøkujáttanina á 30 milliónir fyri sølu av Teistanum úr aftur fíggjarlógini, so at skipið kann setast í siglingina til Kalsoynna.

Harvið verður gamli, men ógvuliga álítandi Sam tikin út og kann brúkast sum tiltaksskip og at flyta farm út á tær smáu oyggjarnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder