Uttanlands

Stór neyð eftir ódnina í Landsynningsafrika

Myndir: Enn er ikki yvirlit yvir skaðarnar eftir ódnina Idai, sum rakti land hósdagin

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-03-20 12:54 Author image
Ingi Samuelsen

Ódnin við navninum Idai hevur gjørt ógvusligar oyðileggingar í sunnara parti av Afrika. Fleiri hundrað túsund um ikki milliónir av fólki eru rakt, sigur ST.

Serliga londini Mosambik, Simbabvi og Malawi vórðu rakt av yvirflóð og oyðileggingum, skrivar BBC.

Forsetin í Mosambik, Filipe Nyusi, sigur at vanlukkan er ovurstór, og at minst túsund fólk eru deyð eftir ódnina, sum rakti landið í farnu viku.

Idai rakti land nærhendis havnabýnum Beira í Sofala-landslutinum hósdagin. Vindferðin lá á 50 m/s.

Ein veðurfrøðingur hjá ST, Clare Nullis, sigur fyri BBC, at ódnin í farnu viku helst fer at vísa seg at vera mest oyðileggjandi ódnin á sunnaru hálvkúlu, sum vitandi er um.

Sambært stjórnini í Mosambik er váttaða talið av deyðum nú 200 og um 100.000 fólk í økinum nærhendis Beira hava brúk fyri neyðhjálp.

Í granna landslutinum, Manica, verður eisini boðað frá at nógv fólk eru neyðstødd og hava tørv á hjálp. Guvernørurin í landslutinum greiðir frá, at hann hevur verið við í eini flúgving yvir økinum, har tey upplivdu fólk, fangað í flóðini, sum bønaðu um hjálp.

- Støðan er trupul og ógvuliga syrgilig, sigur hann. Tey stóðu uppi á tekjum og royndu at byggja sær skjól. Vit sóu fólk, ið vaðaðu í flóðini. Nógv fólk. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað man vera at vera í slíkari støðu í fleiri samdøgur uttan mat og reint drekkivatn, sigur Manuel Rodrigues, guvernørur, við BBC. 

placeholder
placeholder