placeholder
Uttanlands

Disney keypir stóran part av 21st Century Fox

Við keypinum fær Disney rættindini hjá m.a. The Simpsons og X-Men

Tekning: Matt Groening

Tekning: Matt Groening

2019-03-20 16:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Disney hevur keypt stórar partar av 21st Century Fox frá avstralska ríkmanninum Rupert Murdoch. Keypsprísurin ljóðar á heilar 466 milliardir krónur.

21st Century Fox er tann parturin av Fox samtakinum, sum ger filmar og sendirøðir, men ikki inniheldur tíðindi. Undir sær hevur 21st Century Fox millum annað 20th Century Fox, sum er filmsfyritøkan hjá Fox, og Fox Entertainment Group, sum stendur fyri fleiri undirhaldssendingum til sjónvarp.

Við keypinum fær Disney rættindini til vælumtóktar filmar og sjónvarpsrøðir sum eitt nú X-Men og The Simpsons.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder