Mentan

Leiklistaráðið fingið nýtt forfólk

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk

Leiklistaráðið hitti landsstýriskvinnuna á fundi 27. september (Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

Leiklistaráðið hitti landsstýriskvinnuna á fundi 27. september (Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

2024-09-28 12:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur sett Rønn Eliasen sum nýtt forfólk í Leiklistaráðið.

Margretha Nónklett, sum hevur røkt sessin síðani 1. januar 2024, hevur tikið seg aftur av persónligum ávum, boðar Almanna- og mentamálaráðið frá.

Rønn hevur starvast sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu síðani januar 2016. Sum mentanarleiðari varðar hon av skúla, mentan og frítíð, ferðavinnu, samskifti og miðling og arbeiðir við at byggja økið og deildina upp.

Rønn hevur eina masterútbúgving í tvørmiðlasamskifti frá KU og eina diplom í leiðslu frá Fróðskaparsetrinum. Harumframt hevur hon eitt nú starvast innan samskifti og marknaðarføring, sum samskiftisráðgevi í privatu vinnuni, verkætlanarleiðari og hevur eisini undirvíst á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.

Í Leiklistaráðnum eru:

  • Rønn Eliasen, forkvinna
  • Benjamin Gaasedal
  • Vár Berghamar Jacobsen
  • Ria Tórgarð
  • Heini Gaard
  • Barbara Hentze í Stórustovu
  • Arnfinnur Nesá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder