Amerikanski sangarin Kris Kristofferson andaðist í gjár í heimi sínum í Maui á Hawaii. Hann gjørdist 88 ára gamal.
Familjan hjá Kris Kristofferson skrivar í kvøld soleiðis á sosialu miðlunum.
“Tað er við tungum hjarta, at vit deila tíðindini um, at okkara maður, pápi, abbi, Kris Kristofferson doyði friðarliga leygardagin 28. september í heiminum hjá sær. Vit eru so signað fyri okkara tíð saman við honum. Takk fyri tykkara kærleika hesi mongu árini, og tá tit síggja ein ælaboga, vita tit, at hann smílist niður til okkum øll”.
Kris Kristofferson er gitin fyri at hava skrivað nógvar góðar og stundum øðrvísi sangir. Mest kendir munnu vera “Sunday Mornin coming Down”, “Help Me make it through the Night”, “For the good Time” og “Me and Bobby McGee”.
Kris Kristofferson var eisini dugnaligur sjónleikari og spældi við í fleiri filmum, eitt nú “Alice doesn’t live here Anymore” hjá Martin Scorsese frá 1974 og “A Star is Born” saman við Barbra Steisand frá 1976.
Kris Kristofferson var kendur í Føroyum og vitjaði í Føroyum minst tríggjar ferðir. Hevur hildið konsertir í Norðurlandahúsinum, í Reinsarínum og var eitt av høvuðsnøvnunum á G! festivalinum í 2017. Hann og Tummas Justinussen vóru heilt tættir vinir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald