Hóast almenni búskapurin er undir stórum trýsti, so stendur væl til í Føroyum. Vit eru rík, her er onki arbeiðsloysi og vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni er støðugur, so at BTÚ nú liggur á støði við londini, sum vit sammeta okkum við.
Hetta var boðskapurin, tá Ruth Vang fyrrapartin legði fram fíggjarlógina fyri 2025.
At uppskotið vísir eitt hall var ikki óvæntað. Spurningurin er so um eitt hall á 83 milliónir krónur er nógv ella lítið.
Rík og jøvn
Sum mynd av, at vit eru rík í Føroyum vísti landsstýriskvinnan á, at bruttotjóðarúrtøkan, sum er tað sum hvør borgari “framleiðir av vørum og tænastum um árið”, nú liggur um eina hálva millión, hevur tikið Danmark aftur og enntá ligur nakað oman fyri danska BTÚ í løtuni.
Ruth Vang legði eisini dent á, at vit eru jøvn í Føroyum. Tað vil siga, at tað ikki eru nøkur fá, sum eiga tað mesta av pengunum í landinum.
Hon brúkti Gini-vísitalið fyri at ávísa hetta. Var tað ein persónur, sum átti alt, hevði hetta vísitalið verið 1, vóru tað øll, ið áttu alt, var tað 0.
Føroyska Gini-talið liggur á beint oman fyri 0,2, sum er lítið sammmett við eitt nú Danmark, Svøríki og ES samlað.
Tað er eitt gott tekin, um at tað ikki er stórur munur á ríkum og fátøkum, vísti landsstýriskvinnan við fíggjarmálum á.
Sparingar fyri 75 milliónir
Fíggjarmálaráðið hevur verið í gongd við at finna sparingar. Talan er um smáar reguleringar, deils innan fyrisitingina og við at tillaga ymisk gjøld. Sambært Ruth Vang eru í fíggjarlógaruppskotinum funnar sparingar fyri 75 milliónir krónur, men tað eru eisini gjørdar ymsar tillagingar, eitt nú við at nýggir stovnar verða tiknir í brúk, sum kosta 27 milliónir, so sparingarnar liggja um knappar 50 milliónir.
Hetta røkkur tó ikki langt í búskaparliga haldførinum, sum annars hevur verið aðalmálið at fáa skil á hjá fíggjarmálaráðkvinnuni.
Arbeiða víðari við haldførinum
Hon vísir á, at arbeiðið við at betra um haldførið er farið í gongd, og at onkur uppskot skulu væntast at verða løgd fram í næstum, eitt nú við at lækka rentustuðulin, hóast hetta ikki kemur at merkjast beinanvegin.
Sambært Ruth Vang er stóra og avgerandi avbjóðingin hesum viðvíkjandi at hækka pensjónsaldurin. Hvat hetta endar við, er ikki greitt enn.
Hallið á fíggjarlógaruppskotinum á 83 milliónir krónur er heldur hægri enn mett hevur verið fyrr í ár. Hetta skyldast eitt nú at onkrar skipanir viðvíkjandi tøkugjaldi og tilfeingisskatti ikki fáa fullan virknað fyrr enn í 2026.
Eisini, at skattalættin á 100 milliónir fær fullan virknað frá á nýggjárinum. Eisini eru økir, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at raðfesta, og her verða hesi øki nevnd: Krabbameinsátøk, løn undir útbúgving, betri integratión, brekumboð, heilsutænastur í nærumhvørvinum, fleiri túrar til Nólsoyar, grønmetisframleiðsla, stuðul til landstreym, oyggjaleikir og yrkisleiklist.
Sættapartur av íløgunum í Suðuroyartunnilin
Og so eru tað íløgurnar. Í mun til ætlanirnar frá fíggjarkarminum í vár, eru løgurnar øktar úr 600 upp í 613 milliónir krónur. Meiríløgurnar fara til Famjinstunnilin, sum gerst rættiliga nógv dýrari enn mett.
Harafturat skulu byggjast nýggir stovnar, nýtt strandfaraskip, farast skal undir at bora tunnil til Tjørnuvíkar, Smyril skal í dokk og Dalstunnilin skal gerast liðugur.
Aðrar íløtur eru Miðnám á Kambsdali, tekniski skúli í Klaksvík, sum skal hava eina aulu, Kampus á Frælsinum í Havn, Listasavnið skal byggjast út og byggjast skal goymsla til Tjóðsavnið.
Eisini skal heilt fitt av pengum brúkast til at byggja upp neyðugar KT-skipanir og endiliga eru 100 milliónir krónur – tað er ein sættapartur av samlaðu íløgunum – settar av í 2025 til at arbeiða víðari við fyrireikingini av at bora tunnil til Suðuroyar.
Verður broytt í tingviðgerðini
Fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram í dag og eisini borið í Løgtingið, er sum kunnugt uppskotið hjá landsstýrinum um, hvussu pengarnir skulu brúkast komandi árið.
Tað kemur ikki fyri, at tølini í uppskotinum eru tey somu, sum standa í sjálvari fíggjarlógini, tá hon er endaliga samtykt, vanliga um jóltíðir.
Uppskotið fer nú til fyrstu viðgerð í Løgtinginum. Hereftir fer tað til drúgvari viðgerð í fíggjarnevndini, sum eftir nógvar fundir og samrøður við fólk við áhuga í fíggjarlógini, leggur fram álit við broytingum og dagføringum av tølunum, sum í dag vórðu løgd fram.
Og tá er talið á botnlinjuni vanliga eitt heilt annað enn tað, sum avvarandi landsstýrisfólk hevur lagt fyri tingið tríggjar mánaðir frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald