Innanlands

Norðlýsið kært til fjølmiðlanevndina

John William Joensen og Norðlýsið eru kærd til fjølmiðlanevndina av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum

John William og Norðlýsið eru kærd av fiskimálaráðnum (Savnsmynd)

John William og Norðlýsið eru kærd av fiskimálaráðnum (Savnsmynd)

2019-03-20 19:57 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var kæra send Fjølmiðlakærunevndini. Tað er Norðlýsið og John William Joensen, fjølmiðlafólk á Norðlýsinum, sum eru kærd. 

Greinin, sum Norðlýsið er kært fyri, snýr seg um heimild at geva undantaksloyvi til P/F Kinnfelli at landa fisk í Fuglafirði til skip, ið hevði fingið menningarkvotu. Talan var um undantaksloyvi, tí P/F Kinnfelli við at landa fisk í Fuglafirði, ikki livdi upp til treytirnar fyri menningarkvotu. 

Undir yvirskriftini "Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevði onga lógarheimild at geva undantaksloyvi", verður skrivað, at fiskimálaráðið hevði váttað fyri Norðlýsinum, at talan var um avger uttan lógarheimild. Men í samskiftinum ímillum Norðlýsið og Torkil V. Rasmussen, løgfrøðing í fiskimálaráðnum, sæst ikki, at Fiskimálaráðið váttar tað. 

Fiskimálaráðið vísir sambært samskiftinum ímillum blaðið og Fiskimálaráðið til óskrivaða fyrisitingarrættarliga lógarheimild, sum John William Joensen tulkar sum at ongin lógarheimild er. 

Les kæruna, sum Norðlýsið hevur lagt út í fullum líki her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder