Mentan

Heiðrikur í Gamla Seglhúsinum

Sýnir fram 12 akvarellmálningar, sum lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-10-03 13:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heiðrikur á Heygum sýnir fram listaverk síni í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík frá fríggjadegnum 4. oktober til 25. oktober.

 Listaframsýningin hevur heitið, “hvøreriegnú?”. Framsýningin fevnir um 12 akvarellmálningar, sum hvør í sínum lagi lýsa menniskjalikamið í ymiskum dekonstruktueraðum støðum.

Framsýningin snýr seg um evnið umskapan, har Heiðrikur hugleiðir um ferðina frá onkrum gomlum til nakað nýtt. Í listaverkum sínum á framsýningini, hugleiðir Heiðrikur um endurskapan, endurføðing, samleika og grøðing. - Fyri at byrja av nýggjum, má ein bróta sundur.

Fernisering verður í morgin, fríggjadagin frá kl 16 til 19.

Framsýningin kann vitjast gerandisdagar frá 14 til 17 og sunnudagar frá 15 til 18.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder