Tormóður Petursson Djurhuus hevur seinastu árini gjørt vart við seg á tónleikapallinum. Ungi hoyvíkingurin breyt ígjøgnum í Føroyum í 2022 við "We Both Know".
Í fjør flutti Tormóður, sum hevur pallnavnið "Tormodur", til Aalborg. Síðani er hann byrjaður at skriva og syngja á donskum.
Eftir "Kom til Aalborg" og "Jeg ku' være landmand" hevur Tormodur nú latið triðja staklagið í 2024 úr hondum.
Talan er um "Følelserne for mig". Sum navnið vísir á, er talan um ein kenslubornan og inniligan sang.
Klaverspæl er eitt eyðkenni, og snýr sangurin seg ein, sum onkur er farin frá, har tann fyrri persónurin roynir at finna útav hví so er.
Tormodur hevur sjálvur skrivað orð og lag. Benjamin D. Djurhuus spælir fleiri ljóðføri. Hann hevur eisini framleitt og ljóðblandað. Óli Poulsen hevur mastra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald