Linn Mohr Augustinussen er settur sum nýggjur tekniskur leiðari í Vágs kommunu.
Í summar søkti kommunan eftir nýggjum tekniskum leiðara, og fimm umsóknir komu inn, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.
Linn er 49 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur. Hann kemur frá J&K Petersen, har hann hevur verið verkætlanarleiðari í Fámjinstunnlinum. Undan starvinum hjá J&K Petersen, hevur Linn starvast í yvir 20 ár sum entreprenør í byggivinnuni – meginpartin sum byggileiðari og verkætlanarleiðari í Føroyum, Danmark og uttanlands.
Hann byrjar í starvinum sum tekniskur leiðari í Vágs kommunu 1. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald