Innanlands

Jógvan Skorheim: Magni er ein Sambandsmaður

Jógvan Skorheim heldur ikki, at ein og hvør bara kann stilla upp á listanum hjá teimum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-21 14:13 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Magni er ein sambandsmaður. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri Sambandsflokkin, og eg dugi ikki at síggja, hvussu man kann fara frá at verða sambandsmaður til at verða sjálvstýrismaður frá degi til dags. Og tað var ein uppbakningur til, at vit skuldu halda okkum til sjálvstýriskósina. 

Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri. Ein heldur marháttlig ósemja, sum hevur tikið seg upp í Sjálvstýri, um hvørt Magni Laksáfoss skal sleppa at gerast limur í flokkinum. Magni Laksáfoss hevur ongantíð søkt um limaskap í flokkinum. Men at samráðingar hava verið við løgtingsmannin, ið varð valdur fyri Sambandsflokkin á seinasta vali, er heldur ongin loyna. 

 Um ein sambandsmaður bara knappliga umboðar okkum á tingi, so hevði tað skurrað í mínum oyra

Í gjár segði Rógvi Fossadal, fyrrverandi landsnevndarformaður í flokkinum, at Jógvan Skorheim einsamallur hevði tikið støðu til, at Magni Laksáfoss ikki skuldi gerast limur í flokkinum, tá kunning hevði verið um, hvussu samráðingar við løgtingsmannin gingu. Rógvi Fossadal segði, at tað ikki varð atkvøtt um málið, tí talan einans var um kunning, men at Jógvan Skorheim eftir fundin einsamallur segði, at Magni Laksáfoss ikki var vælkomin. Men hesum afturvísir Jógvan Skorheim. 

Les eisini: Eg vil gjarna at Sjálvstýri vaksur 

- Okkara fokus er, at vit einaferð skulu fáa sjálvsræði á okkara landi, staðfestir hann. Hann sigur, at ein og hvør kann ikki bara gerast limur í flokkinum, tí at flokkurin skal føra politikk. Tí heldur hann eisini, at tað hevði verið skeivt, um flokkurin fór í samgongu, bara fyri at økja um umboðanina í landspolitikki og at Magni bara slapp í flokkin. 

Les eisini: Jógvan Skorheim vil ikki at Sjálvstýri skal veksa  

- Um ein sambandsmaður bara knappliga umboðar okkum á tingi, so hevði tað skurrað í mínum oyra, sigur hann. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder