Innanlands

Jónleif Johannesen er nú formaður í Trivnaðarnevndini

Í gjár varð Óluva Klettskarð forkvinna í Mentanarnevndini, og í dag gjørdist Jónleif Johannesen formaður í Trivnaðarnevndini

Jónleif Johannesen er nú formaður í Trivnaðarnevndini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jónleif Johannesen er nú formaður í Trivnaðarnevndini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-21 16:03 Author image
Regin Winther Poulsen

Á fundi í morgun varð formaðurin í Trivnaðarnevndini valdur av nýggjum. Tað er Jónleif Johannesen, sum tekur við sessinum. Sostatt er ósemjan, sum hevur verið um nevnarsessirnar síðani Hanna Jensen gjørdist landsstýriskvinna, nú loyst. 

Í gjár tók Óluva Klettskarð við sessinum sum forkvinna í Mentannarnevndini. Sum skilst var upprunaliga avtalan júst tað, sum er hent nú. 

Formanssessirnir í tingnevndunum eru býttir soleiðis í nú: 

Fíggjarnevndin:
Bárður á Steig Nielsen (Sambandsflokkurin)

Trivnaðarnevndin: 
Jónleif Johannesen (Javnaðarflokkurin) 

Landsstýrismálanevndin: 
Magnus Rasmussen (Sambandsflokkurin)

Mentanarnevndin: 
Óluva Klettskarð (Tjóðveldi) 

Rættarnevndin: 
Kristin Michelsen (Uttanflokka)

Uttanlandsnevndin: 
Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldi)

Vinnunevndin: 
Bjørt Samuelsen (Tjóðveldi) 

 

 

placeholder
placeholder