Innanlands

Heilsan frá drotningini fyri trúgva tænastu

Elin Hoffgaard Joensen arbeitt á apotekinum í 50 ár

Elin H. Joensen við medalju saman við Petur Oluf Joensen, apotekara

Elin H. Joensen við medalju saman við Petur Oluf Joensen, apotekara

2019-03-21 16:42 Author image
Ingi Samuelsen

Í dag var lítið hátíðarhald á Tjaldurs Apoteki í Havn í sambandi við at Elin Hoffgaard Joensen, farmakonomur, hevði 50 ára starvsdag.

Í hesum sambandi var Elin Hoffgaard Joensen heiðrað við fortjenestmedalju og skreytblaði frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu á Tjaldurs Apoteki. 

placeholder
placeholder