Innanlands

Nýggj IPA frá Føroya Bjór

Føroyskur tari er settur til nýggju ølina, North Atlantic IPA

2019-03-21 17:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Bjór er komið á marknaðin við nýggjari serøl. North Atlantic IPA (Indian Pale Ale) er navnið, og hon er bryggjað eftir tí gamla enska IPA-háttinum, sum er nakað beiskari enn vanligt pilsnarøl.

North Atlantic IPA er sett saman við ymiskum malt- og humlusløgum, umframt føroyskum rávørum.

- Vit hava samstarvað við Agnes Mols Mortensen, sum hevur fyritøkuna Tari, og vit hava tilsett føroyska tara ”Ocean Palm” og føroyskt byggmalt, sigur Annika Waag góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór.

North Atlantic IPA er ein løtt IPA, styrkin er 5,8% og ølin er framleidd við fýra ymiskum humlusløgum, teirra millum citra-humluni, sum gevur ein lættan frískligan smakk.

North Atlantic IPA fæst í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og handlunum hjá Rúsdrekkasølu Landsins.

Tíðindaskriv frá Føroya Bjór

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder