Mentan

Fróðskaparsetrið heiðrar Hammershaimb

Skipar saman við Málnevndini fyri bæði ráðstevnu og kvøldsetu mánadagin

2019-03-21 19:20 Author image
Tíðindaskriv

Mánadagin 25. mars eru 200 ár liðin, síðan V.U. Hammershaimb var føddur. Í tí sambandi skipa Føroyamálsdeildin og Málráðið í felag fyri ráðstevnu um dagin og kvøldsetu um kvøldið. Ráðstevnan byrjar mánadagin kl. 9 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum og kvøldsetan verður í Reinsarínum kl. 19.

Á ráðstevnudegnum mánadagin verður fjølbroytt faklig skrá, sum lýsir søgulig viðurskifti, men eisini peikar frameftir og lýsir gongdina í føroyskum og teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum eru fyri framman. Tann stavseting, sum føroyskt mál hevur enn í dag, er kend við navnið V.U. Hammershaimb.

Christer Lindqvist, professari í norðurlendskari málfrøði á universitetinum í Greifswald í Týsklandi, hevur nýliga skrivað drúgva bók um evnið. Í fyrilestri á ráðstevnuni fer Christer Lindqvist við støði í skjølum at lýsa umstøðurnar, tá ið føroysk stavseting um miðja 19. øld tók skap. Í einum øðrum fyrilestri fer Jákup Reinert Hansen, lektari, at lýsa aðrar partar í virksemi Hammershaimbs, og uppaftur aðrir fyrilestrar eru um nýggja føroyska málgransking og hvussu nútíðar tøkni kann vera til hjálpar í tílíkum arbeiði.

Trond Trosterud, professari á universitetinum í Tromsø, hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum føroyskum rættstavara og er komin væl áleiðis. Trond Trosterud fer í fyrilestri at greiða frá tí arbeiðinum. Paul Meurer, máltøkningur á universitetinum í Bergen, hevur forritað ein føroyskan talumálsbanka og fer at greiða frá honum.

Mánakvøldið verður kvøldseta á Reinsarínum við fjølbroyttari skrá, sum eisini hevur Hammershaimb sum felagsnevnara. Óluva Klettskarð fer at bera fram føðingardagskvøðu, og tónleikabólkurin Svabonio fer at spæla. Hans Tórgarð framførir eitt dramatiskt portrett av Hammershaimb, og Elin á Rógvi og Páll Danielsen fara at lesa upp yrkingar um føroyskt mál eftir ymsar yrkjarar.

Stundum verður sagt, at tað er so trupult at stava føroyskt. Tann spurningin fer Birgit Remmel at hugleiða um. Ramma uttan um tiltakið verður felagssangur.

Skráin fyri fyrilestrarnar í Kongshøll 

Skráin fyri kvøldsetuna 

Tað eru Føroyamálsdeildin og Málráðið, ið skipa fyri ráðstevnuni og kvøldsetuni, sum bæði eru ókeypis. 

placeholder
placeholder