Innanlands

Unga Sjálvstýri stuðlar Jógvani Skorheim

Unga Sjálvstýri stuðlar Jógvani Skorheim og politisku linjuni hjá honum

2019-03-21 21:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

-Vit í Unga Sjálvstýri vilja gera greitt, at vit kennast ikki aftur við tann kritikk ið ávísur persónur hevur reist mótvegis formanninum í Sjálvstýri.

Tað skrivar formaðurin, Heri Danielsen, á facebook síðuni hjá Unga Sjálvstýri. Skrivið kemur sum fylgja av stríðnum, sum eftir øllum at døma hevur verið í Sjálvstýrinum. Rógvi Fossadal, fyrrverandi formaður í Landsnevnd Sjálvstýris, hevur lagt eftir formanninum. Hann hevur sagt at Jógvan Skorheim einans vil hava ein flokk, sum hann kann stýra sjálvur. 

Men Unga Sjálvstýri tekur als ikki undir við atfinningunum. 

- Vit fegnast um at flokkurin, sum tann einasti á tingi, er sína uppgávu nóg vaksin til bæði at arbeiða saman við samgongu og andstøðu - og at hava felags stev har hetta ber til, skriva tey eisini. 

Les lesarabrævið í fullum líki her  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder