Nú byrjar tann tíðin, har tað er hált um morgnarnar, og í morgun skrásetti løgreglan fyrsta hálkuóhappið.
Talan var um eitt lítið óhapp, har ein bilførari gleið út av vegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.
Eingin fólkaskaði var, og materielli skaðin var heldur ikki stórur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at bilurin var væl skøddur.
Nú kuldin er komin, heitir løgreglan á bilførarar um at fáa skil á dekkini, so bilurin verður klárur til veturin. Í morgun hevur Landsverk eisini boðað frá, at roknast kann við hálku á fleiri støðum. Sí koyrilíkindini hjá Landsverki her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald