Ódnin Milton, sum rakti amerikanska statin Florida mikudagin, hevur elvt til skaðar fyri upp í 50 milliardir dollarar, sum svarar til beint yvir 341 milliardir krónur.
Tað meta serfrøðingar sambært amerikanska forsetanum Joe Biden.
Sambært amerikonsku myndugleikunum hava í minsta lagi 17 fólk latið lív í ódnini. Yvir tvær milliónir húsarhald og virki mistu streymin, og fleiri øki eru undir vatni.
(Mynd: EPA)
Ron DeSantis, guvernørur í Florida sigur sambært USA Today, at tað kundi verið verri, men at tey nú hava nógv arbeiði fyri framman.
– Har er skaði, har er nógv, sum skal gerast, segði hann á tíðindafundi fríggjadagin.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald