Í tíðarskeiðnum januar - september í ár hava starvsfólk á amerikonsku floghavnunum lagt hald á 5.028 skotvápn, sum ferðafólk hava roynt at tikið við sær í hondviðførinum.
Tað svarar til umleið 18 skotvápn um dagin, og tað er eitt lægri tal enn í fjør, vísir frágreiðing frá amerikanska flutningsmálaráðnum sambært DR.
Í USA er loyvt at hava vápn við sær í viðførið, sum er innskrivað, men ikki í hondviðførið. Tað kann geva eina bót á upp í 15.000 dollarar, sum svarar til góðar 100.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald