Innanlands

- Jógvan Skorheim er ein fongur fyri flokkin

Tað sigur nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum sigur seg ikki kennast við ákærurnar hjá Rógva Fossadal

Á landsfundi í 2008, tá Jógvan Skorheim sum formaður fyri Unga Sjálvstýri helt røðu

Á landsfundi í 2008, tá Jógvan Skorheim sum formaður fyri Unga Sjálvstýri helt røðu

2019-03-21 21:38 Author image
Alda Nielsdóttir

Fyrr í vikuni legði Rógvi Fossadal, fyrrverandi formaðurin í landsnevndini hjá Sjálvstýrinum, eftir Jógvan Skorheim. Rógvi Fossadal vildi m.a. vera við, at Jógvan Skorheim ynskir, at Sjálvstýri skal vera ein lítil flokkur, sum hann kann stýra einsamallur, og at Jógvan Skorheim í veruleikanum er tættari Fólkaflokkinum enn Sjálvstýri.

Jógvan Skorheim hevur víst hesum ákærunum aftur, og nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag stuðlar formanninum. Hesum boðar nevndin frá í skrivi í dag.

- Nevndin í Norðoya Sjálvstýrisfelag stendur saman um formannin og vísir aftur øllum ákærunum. Jógvan Skorheim er ein fongur fyri flokkin og hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa flokkin at vaksa, sigur nevndin millum annað.

- Tað er eingin ivi fyri okkum í Norðoya Sjálvstýrisfelag, at við Jógvani sum formanni kann flokkurin bara vaksa, eins og hann hevur gjørt við hansara leiðslu í Norðoyggjum.

Nevndin undrast av útsøgnunum, sum eru komnar fram í fjølmiðlunum.

- Vit í nevndini hava í fleiri ár arbeitt saman við Jógvani Skorheim, og hava vit virkað sum eitt toymi, har øll sjónarmið hava verið tikin við. Vit undrast tí stórliga av útsøgnunum, sum eru komnar fram í fjølmiðlunum. Okkara uppliving er, at partar í flokkinum í langa tíð hava arbeitt í móti formanninum og hava ikki viljað góðtikið hansara avgerðir, hóast ein meiriluti í flokkinum hevur tikið undir við politisku linjuni hjá Jógvani Skorheim, sigur nevndin.

placeholder
placeholder