Mentan

Ummæli: Illir andar er meira enn ein vanlig biograf uppliving

Filmurin er tikin upp í Sjónleikarahúsinum. Hann kann ivaleyst geva særtum sálum marruna, heldur ummælari, sum gevur honum hálva fimta P

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-22 21:01 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Øll vita, at tað spøkir í Sjónleikarhúsinum. Í filminum “Illir andar”, eru tað tó ikki tað slagið av spøkilsum, sum eru í hásæti, men heldur innaru illu andarnir.

Talan er um ein føroyskan spælifilm av sálarliga spennings-slagum (psychological thriller) Filmurin snýr seg um Jákup, sum arbeiðir í Sjónleikarhúsinum, men sum eisini hevur síni persónligu viðurskifti at stríðast við.

[object Object]Hjálmar Dam í høvuðsleiklutinum (Skíggjamynd úr brellbitanum)

Tað er argentinski leikstjórin Pablo Merin, sum er búsitandi í Føroyum, sum hevur leikstjórnað filmin. Men annars er mesta av filminum føroyskur og gongur fyri seg í Føroyum. Upprunaliga ætlaði Pablo Merin at gera upptøkurnar í einum sjónleikarhúsi í Barcelona, men helt at føroyska húsið egnaði seg so væl, at hann valdi at gera upptøkurnar her.

Tað er eisini Sjónleikarhúsið, sum vísur filmin, og tað setur heilt víst sín dám á upplivingina, at mann er har, sum alt fyrigongur. Hetta er eitt sindur meira enn ein vanlig biografuppliving. Umframt at at hetta er rættiliga sermerkt, ger hetta filmin meira veruleikakendan, og mann kennir seg sum ein part av upplivingini. Mann er til staðar, meðan tað hendir.

[object Object]Annika á Lofti (Skíggjamynd úr brellbitanum)

Føroysk filmsvinna er ein vinna, sum er við blóma upp, og vit hava sæð ein vaksandi áhuga innan hetta økið í Føroyum. Eitt nú kunnu átøk sum Geytin nevnast. Í sambandi við, at útboðið er vaksið, sær mann eisini, at har er komið meira tilfar í góðari góðsku. Og góðskan í “Illir andar” er góð reint tekniskt, og har eru m.a. flottar dronumyndir. Eisini er dentur lagdur á smálutirnir, í eitt nú ljós og vinklum, og sum heild hvussu scenurnar eru settar upp. Sjónleikararnir spæla eisini sannførandi, og hetta gevur eina dramatiska og inniliga heildaruppliving.

Filmurin leggur nógv upp til tulking. Av tí at har eru so nógvir ymiskir smálutir, umframt at filmurin ikki sigur beinleiðis, hvat baðir Jákupi, burtsæð frá hansara rúsdrekkatrupulleikum, kann filmurin tulkast í fleiri løgum og á nógvar ymiskar mátar.  Hetta ger, at hann kann minna um aðrar sálarligar spenningsfilmar, eitt nú “Black Swan” og “The Shining”, har høvuðspersónarnir eisini berjast við ymiskar persónligar trupulleikar og enda við at hava ymiskar innbillingar.

[object Object]

Tað er ein frægd at síggja, hvussu nógv føroysk filmsvinna hevur ment seg, og um hetta er støðið nú, er áhugavert at síggja, hvat kemur í framtíðini. “Illir andar” er ein dramatiskur sálarligur spenningsfilmur, sum ger tað, hann skal. Hetta er ein serstøk biografuppliving, sum sikkurt kann geva særtum sálum marruna.

Illir andar (4,5/5)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder