placeholder
Innanlands

Málið um tíðindaleiðaran: Fara at kæra til Løgtingsins umboðsmann

Sigmund Poulsen sigur við Portalin, at avger longu er tikin um, at málið verður kært til Løgtingsins umboðsmann

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-23 10:41 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit fara at biðja Løgtingsins Umboðsmann eftirkanna niðurstøðuna hjá UVMR fyri at vita, um málsviðgerðin hjá KVF við øllum sínum brekum veruliga stendur mát við rættartrygdina hjá tí mest týðandi journaliststarvinum í Føroyum. 

Tað sigur Sigmund Poulsen í stuttari viðmerking til Portalin. Fyrr í dag kom niðurstøðan um kærumálið hjá Liljuni Weihe um uppsagnarmálið mótvegis sær. 

Liljan fekk ikki viðhald í kæruni, men Sigmund Poulsen staðfestir also, at málið ikki heilt er liðugt enn, tí avgerð er tikin um, at lata Løgtingsins umboðsmanni málið til viðgerðar. 

Um Løgtingsins umboðmaður velur at taka málið upp til viðgerðar, er málið ikki liðugt enn. Greitt tykist tó, at Liljan Weihe ikki fer aftur í starvið sum tíðindaleiðari. 

Les eisini: Liljan Weihe fekk ikki viðhald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder