Mentan

Skakandi tilburðir fyri 18. ferð

Ein av longstu bókarøðunum á føroyskum heldur fram eftir eitt-ára steðg. Hesaferð eru 13 skakandi hendingar í

2023 var fyrsta árið síðani 2006, at

2023 var fyrsta árið síðani 2006, at "Skakandi Tilburðir" ikki kom út. Nú er tað meira sum vant: Ein nýggj útgáva til reiðar í oktober

2024-10-21 07:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2006 góvu John Myllhamar og Felagið Føroya Met á fyrsta sinni bólkina "Skakandi Tilburðir" út. 

Nógvar søgur um heldur spentar støður hjá føroyingum eru síðani komnar út í bókum við tí navninum.

2023 var fyrsta árið síðani 2006, at "Skakandi Tilburðir" ikki kom út.

Nú hevur John Myllhamar latið 18. bókina í røðini út - sum vant er Skakandi Tilburðir komið út í oktober.

Í 2024-útgávuni eru 13 søgur við: Millum annað úr Miðvági, Hvannasundi og úr Trongisvági.

" Kom við á eina rundferð har sagt verður frá 13 spennandi og ótrúligum hendingum frá veruleikanum, har vit m.a. fylgja: Smádreingjum í Norðoyggjum, sum endaðu á havbotninum og mundu drukna. Leirvíksfólki ávegis í kirkju, tá bussurin kolaðist upp stutt eftir, at hann var komin úr tunli. Havnardama, sum var við flogfari yvir frumskóginum í Suðuramerika, tá motorurin steðgaði. Áhugaverd frágreiðing um bónda úr Sandavági sum var áhaldsin og datt oman"

Bókin er innbundin og hevur hópin av myndum og tekningum, sum mynda løtuna, tá tilburðurin hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder