Uttanlands

Sjey ísraelar handtiknir fyri njósning

Teir eru undir illgruna fyri at hava savnað inn upplýsingar fyri Iran

Býurin Haifa í norðara parti av Ísrael (Mynd: Reuters)

Býurin Haifa í norðara parti av Ísrael (Mynd: Reuters)

2024-10-21 20:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelska trygdartænastan Shin bet og ísraelska løgreglan hava handtikið sjey ísraelar, sum eru undir illgruna fyri at njósnast í Ísrael fyri iranskar trygdartænastur.

Tað boða ísraelska løgreglan og Shin Bet frá í tíðindaskrivi sambært Reuters.

Í kanningararbeiðnum er komið fram, at upplýsingar eru savnaðir inn um ísraelskar herstøðir og ísraelskt undirtstøðukervi.

Teir handtiknu ísraelarnir, harímillum tveir persónar undir 18 ár, vóru úr norðara parti av landinum, og skulu hava fingið fleiri hundraðtúsund dollarar fyri teirra arbeiði. Sambært løgregluni var peningurin ikki einasta motivið. Eisini høvdu teir eitt ynski um at "skaða statin Ísrael og ísraelskar borgarar", verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder