Innanlands

Hálva millión til neyðhjálp í Mosambik

Í sambandi við neyðhjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi í Mosambik, sum í síðstu viku varð rakt av melduródnini Idai, letur Reyði Krossur Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 500.000 krónur til endamálið

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-22 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í síðstu viku rakti ógvusliga melduródnin, Idai, londini Mosambik, Malavi og Simbabvi í Eysturafrika.

Serliga Mosambik er hart rakt, og mett verður, at fleiri enn 1000 fólk hava latið lív, harímillum bæði børn og vaksin. Eisini hava fleiri hundrað túsund fólk mist hús og heim, og heilir býir eru undir vatni. Mett verður, at meira enn ein mió. fólk eru ávirkaði av hesi náttúruvanlukkuni.

Sambært veðurfrøðingi hjá ST er hetta møguliga ringasta veðurlagsvanlukkan, sum nakrantíð hevur rakt sunnaru hálvkúlu.

Í sambandi við neyðhjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi í Mosambik, letur Reyði Krossur Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið 500.000 krónur til endamálið. Hesum boðar Reyði Krossur Føroya frá í tíðindaskrivi.

Støðan er álvarsom. Børn og vaksin hava átrokandi tørv á mati, vatni, skjóli og grundleggjandi læknahjálp, um tey skulu koma undan við lívinum, sigur felagið.

Niðanfyri síggjast dronuupptøkur frá vanlukkurakta økinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder