Innanlands

Ingilín D. Strøm missir stuðul í samgonguni

Erling Eidesgaard og Liljan Weihe siga seg ikki kunna verja landsstýriskvinnuni

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-10-24 15:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg kann ikki fara upp á kompromis við mín integritet. Tað er ongin, sum er størri enn fólkaræðið og tær súlur, sum fólkaræðið byggir á. Tí kann eg ikki verja landsstýriskvinnuna.

Soleiðis segði tjóðveldismaðurin Erling Eidesgaard millum annað á tingi í dag. Hann segði ikki beinleiðis um hann vór at atkvøða fyri uppskotinum um misálit ella atkvøða blankt, men hann gjørdi greitt, at hann ikki kundi atkvøða ímóti.

Erling Eidesgaard er sostatt fyrsti samgongutinglimurin, sum ikki hevur vart landsstýriskvinnuna í hesum máli í dag.

Erling Eidesgaard er ein av fýra løgtingsgrannskoðarum, og hann vísti á, at løgtingsgrannsgrannskoðararnir í fleiri førum gjørdu landsstýriskvinnuna varuga við, at ábendingar vóru um, at Bústaðir høvdu avbjóðingar við fíggjarligu haldførinum.

Tí segði landsstýriskvinnan ósatt, tá hon segði seg ikki hava fingið ábendingar um, at avbjóðingar vóru við haldførinum. Og hetta er eisini staðfest av landsgrannskoðanini og løgfrøðingunum hjá løgtingsumsitingini, vísti Erling Eidesgaard á.

Og júst nú hevur partakvinna Liljan Weihe borið somu áskoðan fram av tingsins røðarapalli.

- Eg vil til eina og hvørja tí seta fólkaræðið fremst, um tað so verður tað síðsta eg geri sum tingkvinna, segði Liljan Weihe. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder