Innanlands

Ferðsluóhapp á Sundi

Ein bilur hevur rent á ein containara. Sum skilst sær tað ikki út til, at nakar fólkaskaði er.

2019-03-23 00:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 23.10 í kvøld fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Sundi.

Talan var um ein bil, sum hevði rent á ein containara, sum var endaður á vegnum.

Sum nú er sær ikki út til, at nakar fólkaskaði er, men bilurin er tó illa farin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan er á staðnum, og boð eru send eftir sløkkiliðnum og sjúkrabili, men meira veit løgreglan ikki at siga í løtuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder