placeholder
Mentan

Fjølbroytt konsert hjá Frelsunarherinum

Í annaðkvøld fara bæði føroysk og útlendsk nøvn at framføra í hølunum hjá Frelsunarherinum

Sigðurur Ingemarsson úr Íslandi er framúr gospel-sangari, og hann verður at síggja og hoyra í hølunum hjá Frelsunarherinum sunnudagin

Sigðurur Ingemarsson úr Íslandi er framúr gospel-sangari, og hann verður at síggja og hoyra í hølunum hjá Frelsunarherinum sunnudagin

2019-03-23 15:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, sunnudagin verður rimmar country- og gospelkonsert í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn.

Talan er um bæði útlendsk og føroysk nøvn, sum fara á pall, tá Frelsunarherurin skipar fyri konsert sunnudagin.

Høvuðsnavnið er úr Íslandi. Sigurður Ingemarsson, sum er væl kendur gospel-sangari, og sum við framúr framførslum sínum hugtekur áhoyraran, verður á pallinum, og hartil verða eisini fleiri kend føroysk nøvn at síggja og hoyra.

Tær fýra hava millum ár og dag verið nógv at hoyrt her á landi, og tær fara eisini at framføra fleiri løg.

Holgar Jacobsen hevur sín heilt serliga stíl, og so verður country - og kanska meira rockut country -eisini á skránni, tá Magni Christiansen fer á pall í sínum eyðkenda stíli.

Konsertin verður í hølunum hjá Frelsunarherinum sunundagin klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder