Innanlands

Løgreglan havt úr at gera um vikuskiftið

Løgreglan hevur havt nógvar smærri uppgávur at taka sær av seinasta samdøgrið

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-24 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur havt fitt av arbeiði seinasta samdøgrið, men talan hevur mest verið um smærri uppgávur.

Beint fyri klokkan 11 í gjár varð ein maður handtikin á einari deild hjá Rúsdrekkasøluni. Maðurin var farin inn at keypa, men hann var so ávirkaður, at starvsfólkini ikki vildu lova honum at keypa. Maðurin gjørdist so ómøguligur, at ringt var eftir løgregluni. Løgreglan tók hann við sær á politistøðina at sova rúsin av sær.

Seinnapartin í gjár vóru eisini tvey ferðsluóhapp í Havn. Í báðum førum var talan um bilførara, sum ikki helt víkiskylduna, og í báðum førum fingu bilarnir skaða, men eingin fólkaskaði var. Hetta kostaði bilførarunum eina bót og klipp í koyrikortið.

Um níggju-tíðina í gjárkvøldið kannaði løgreglan eisini ein bil, tí illgruni var um, at rúsevni vóru í bilinum. Tað vísti seg, at eingi rúsevni vóru í bilinum, og ein av fólkunum í bilinum gav løgregluni fingurin, og tí fær viðkomandi bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

Í nátt fekk ein annar eisini bót fyri brot á politiviðtøkurnar fyri at stilla seg at pissa á alfaravegi.

Eisini hevur løgreglan verið runt og vitjað skeinkistøð í nátt at kanna, um alt var eftir forskriftunum, men har var einki at finnast at. Eisini kannaði løgreglan bilar fyri rúsdrekkakoyring, bæði norðanfyri og í høvuðsstaðarøkinum, men har var heldur einki at finnast at. Tó var ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri rúsdrekkakoyring um trý-tíðina. Bíðað verður nú eftir úrslit av blóðroyndini.

Annars hevur løgreglan verið úti og hjálpt nógvum fólkum, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder