Innanlands

Tað verður Bjørt ella Sirið

Tjóðveldi fær skjótt eina forkvinnu á fyrsta sinni. Tvey uppskot um forfólk, sum skal avloysa Høgna Hoydal, komu frá økisfeløgunum Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen skulu stríðast um atkvøðurnar leygardagin

56-ára gamla Sirið Stenberg ella 59-ára gamla Bjørt Samuelsen skulu leiða Tjóðveldi víðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

56-ára gamla Sirið Stenberg ella 59-ára gamla Bjørt Samuelsen skulu leiða Tjóðveldi víðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-30 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á midnátt fór freistin hjá økisfeløgum Tjóðveldsins at lata uppskot inn um nýtt forfólk. 

Høgni Hoydal kunngjørdi fríggjakvøldið alment - og fyrr í mánaðinum fyri flokkinum - at hann nú steðgar sum formaður eftir 24 ár.

Sí eisini: Høgni fór ikki vegna rumbli hesa vikuna

Tað er nú endaliga greitt, at Tjóðveldi fær eina forkvinnu á fyrsta sinni. Sum spátt ymsastaðni fer valið at standa millum Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

Stríðsval verður millum havnarkvinnuna og vágskvinnuna á Hotel Føroyum leygardagin eftir døgurða.

Báðar eru royndar í politikki. Í løtuni er Bjørt Samuelsen tingforkvinna, og Sirið Stenberg er landsstýrisfólk í almanna- og mentamálum.

Dennis segði nei takk - Hervør verður næstforkvinna

Møguleikarnir vóru fimm í tali - tey sum vórðu vald inn í 2022, umframt Høgni Hoydal. Økisfeløgini sendu uppskot inn um tvey forfólk: Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.

Sum skilst kom eisini okkurt uppskot inn frá limi í flokkinum um Dennis Holm men valdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ikki at taka av.

Tað verður ein ung næstforkvinna. Hervør Pálsdóttir er í uppskoti til nýtt næstforfólk - Sirið Stenberg er tað í løtuni.

Annika Olsen varð eisini vald inn í 2022. 

Eykaflokstingiið hjá Tjóðveldi verður leygardagin klokkan 12 á Hotel Føroyum. Har verður greitt, hvør skal stjórna flokkinum víðari. Fundurin er fyri limir. 48 atkvøður eru til valið av nýggjum forfólki.

Dagført: 09.24

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder