Innanlands

Javnaðarlistin stóri taparin

Listi C missir ikki bert atkvøður til Kommunulistan í veljarakanningini hjá Portalinum

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tróndur Sigurðsson og Heðin Mortensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-02 10:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Ongin ivi man vera um, at javnaðarlistin stendur til at gerast stóri taparin í Havn á býráðsvalinum komandi.

Seinast fekk Listi C 43,9 prosent av atkvøðunum og seks umboð, í 2016 fekk hann 39,2 posent og fimm umboð og í 2012 fekk javnaðarlistin 41,3 prosent, og tá gav valið listanum meiriluta í býráðnum við sjey sessum í býráðnum.

Sambært nýggjastu veljarakanningini sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti og Portalin, fær javnaðarlistin hesaferð trý umboð og 20,2 prosent av atkvøðum, 1,6 prosentstig minni enn Tjóðveldi, sum gerst størstur og eisini fær trý umboð.

Kava vit eitt sindur longur niður í veljarakanningina, so síggja vit, at javnaðarlistin einans varðveitir 37 prosent av atkvøðunum, sum atkvøddu upp á listan á seinasta vali. Hetta er rættiliga lágt sammett við hinar flokkarnar. Fólkaflokslistin varðveitir 64 prosent, Sambandslistin 82 og Tjóðveldi 74 prosent.

Síggj alla veljarakanningina og øll tølini ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder