Innanlands

Video: - Skulu lyfta tjóðveldishugsjónina fram í øllum málum

Vit skulu eisini miðla betri út, hvat tað merkir at vera eitt frælst land og satsa meira uppá tey ungu, sigur Sirið Stenberg. sum væntar at verða forkvinna Tjóðveldi "í nøkur ár" og í sama landsstýrissessi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-11-02 15:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Heilt víst ein stórur lætti men hetta er eisini ein stór ábyrgd.

Soleiðis lýsti Sirið Stenberg kensluna nakrar minuttir eftir, at hon varð vald sum forkvinna í Tjóðveldi eftir 27-21 sigur á Bjørt Samuelsen í atkvøðugreiðsluna.

56-ára gamla vágbingurin staðfestir, at hon ikki verður í sessinum í 24 ár, eins og Høgni Hoydal.

- Eg verði 80 ár tá, so nei...men vænti tað verður í nøkur ár, sigur hon smílandi 

Landsstýriskvinnan í almanna og mentamálum staðfestir, at tjóðveldishugsjónin skal fram í øllum málum, og at limir floksins skulu finna semjur.

- Vit kunnu vera ósamd í ymiskum øðrum, men tað skal standa fast (...) Tjóðveldi skal verða betri at vísa, hvat tað merkir at vera í einum frælsum landi.

Sí gongdina á degnum í beinleiðis blogginum her

Einar frælsar og sjálvstøðugar Føroyar: Tað aðalmálið skal standa sterkt, staðfesti hon undir røðuni og aftaná. Sirið Stenberg kom eisni inn á, hvussu man betri kann røkka teimum ungu veljarunum.

Sí alla samrøðuna ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder