Eftir 24 ár er staðfettin í Tjóðveldi nú endaliga latin víðari.
Tað kundi hon verið áðrenn. Hetta stðafesti Høgni Hoydal sjálvur, tá Portalurin fekk orðið á 58-ára gamla hoyvíkingin.
- Her eru so góð fólk at taka við, og flokkurin er nógv meira enn Høgni Hoydal.
Ov nógv fokus hevur verið á persónsstríð seinastu árini so at góða arbeiði ikki sæst, heldur fráfarandi formaðurin. Hann viðurkennir tó, at hann ikki hevur megnað nóg væl at mobilserað og motivera seinastu árini.
Um hann heldur fram sum landsstýrismaður er upp til nýggju stjórina, staðfestir hann. Høgni fær ikki sagt nakað um, hvørt hann stilalr upp aftur til næsta val.
- Ein stór avgerð í senn, staðfestir hann smílandi til endans.
Sí alla samrøðuna við Høgna Hoydal ovast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald