Innanlands

Seta tiltøk í verk fyri at minka um plast í náttúruni

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur fingið tilmæli við íalt 11 tiltøkum til tess at minka um dálkingina av plasti í náttúruni

2019-03-25 07:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur fingið tilmæli við íalt 11 tiltøkum til tess at minka um dálkingina av plasti í náttúruni.

“Eftir mínum tykki er plastdálkingin millum størstu hóttanirnar móti umhvørvinum. Plast í náttúruni ávirkar umhvørvið, bæði á landi og á sjónum. Serliga á sjónum kann plast skaða bæði smærri og størri dýr. Tí er tað av alneyðugt at vit seta tiltøk í verk beinanvegin fyri at minkað um burturkastið av plasti”, sigur Sirið Stenberg í viðmerking.

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum heitti í fjør á Umhvørvisstovuna um at koma við uppskotum til tiltøk at avmarka dálking við plasti. Fyrr í mánaðinum lat Umhvørvisstovan úr hondum tilmæli við tilsamans 11 uppskotum um tiltøk at seta í verk, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið.

Eru farin undir at fyrireika tiltøk
Skal tað eydnast at minka um burturkastið av plasti krevst samstarv millum myndugleikar tvørtur um geirar. Landsstýriskvinnan er saman við Heilsu- og innlendismálaráðnum og Umhvørvisstovuna farin undir fyrireikingarnar at seta í verk tiltøk og fer hetta at verða gjørt í tøttum samskifti við kommunurnar, renovatiónsfeløgini og vinnuna annars.

Millum annað verður arbeitt við at víðka pantiskipanina fyri einnýtisíløtum úr plasti. Hetta er tiltak, sum tekur støði í arbeiði sum Handilsvinnufelagið hevur gjørt. Eisini verður í næstum farið undir kunngerð, sum hevur til endamáls at økja endurnýtsluna av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum.

Ein týðandi táttur í stríðinum móti plasti í náttúruni er at byrta undir eina hugburðsbroyting millum fólk. Tí verður eisini skipa fyri almennum átøkum um vandan fyri dálking við plasti og um endurnýtslu, bæði sum almenn lýsingarátøk og upplýsing fyri næmingum.

Tilmælini frá Umhvørvisstovuni kunnu lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder